23. Apríl 2010
Í mars mánaði 2009 vóru starvsfólk frá Trygdarmiðstøðini í Suðuroy og hildu trygdarskeið fyri sjófólki. Tiltakið eydnaðis sera væl og ynskja vit sjálvandi at geva okkara kundum í Suðuroy eins góða tænastu, sum aðrir kundar fáa. Tí eru ætlanir at halda eitt trygdarskeið 16. til 18.august á Tvøroyri. Tey ið ynskja at luttaka á hesum skeiðnum kunna venda sær til Trygdarmiðstøðina á tlf.455882 ella senda ein teldupost á seasafe@seasafe.fo .
04.januar 2010
Fiskimálaráðið hevur avgjørt, at prísurin á trygdarskeiðum, ið verða veitt á Trygdarmiðstøðini í Klaksvík, verður settur til 4500Kr. Nýggi Prísurin er galdandi frá mánadegnum 04.januar 2010. fyri skeið, sum verða umbiðin frá hesum degi at rokna.
12. januar 2009
Trygdarmiðstøðin er ein stovnur, ið hevur sum høvðusendamál at undirvísa sjófólki í trygd á sjónum. Umframt slíka trygdarundirvísingina, undirvísa vit eisini starvsfólki á stovnum, privatum arbeiðsplássum og teimum, ið hava áhuga, í m.a. grundleggjandi eldsløkking og fyrstuhjálp.
Alt fleiri venda sær til okkara við fyrispurningum um skeiðir í t.d. grundleggjandi eldsløkking. Tí fara vit at leggja størri dent á, at bjóða kundum okkara skeiðir av hesum slag.
Fyri at undirvísingin ikki skal órógva arbeiðsgongdina alt ov nógv, bjóða vit okkum at koma til tykkara at undirvísa (tó ikki praktisk eldsløkking).
Grundleggjandi Eldsløkking
Undirvísingin er skipa soleiðis, at teori parturin tekur hálvan dag t.d. ein fyrrapart og tær praktisku venjingarnar taka uml. 2 tímar.
Kostnaður: 840kr. Minsta luttakaratal: 5 fólk
Fyrstuhjálarskeið
Trygdarmiðstøðin veitir sera góða fyrstuhjálpar undirvísing. Næmingar okkara hava møguleika, við at fáa undirvísing á t.d. lág-, mið- og hástigið. Fyrstuhjálpar undirvísingin er skipa í modulir soleiðis at næmingarnir kunna seta síni skeiðir saman sjálvir. Vit hava møguleika at undirvísa á tykkara stovni.
Útbúgvingarstig lágt:
Fyrstuhjálpar modul Hjarta-Anda-Hjálp og Lívbjargandi fyrstahjálp.
kostnaður: 600kr. min.luttakaratal: 5 næmingar
Útbúgvingarstig miðstig:
Útbúgvingarstig lágt umframt modulini fyrstahjálp við skaða og fyrstahjálp við sjúku. Hetta útbúgvingarstigið samsvarar við gamla 12 tímar skeiðið.
kostnaður: 600kr. min.luttakaratal: 5 næmingar
Útbúgvingarstig høgt:
Útbúgvingarstig miðstig umframt tey fýra modulini Defibrilering (hjartastoytari) og rutinering í lívbjargandi fyrstuhjálp A, B og C
kostnaður: 600kr. min.luttakaratal: 5 næmingar
Vinarliga
Marius Magnusson, Leiðari á Trygdarmiðstøðini.
WWW.TMS.FO