Skjóttsiglandi Bjargingarbátur (FRC)

  Skeið verður upprætta eftir tørvi. Set teg í samband við Trygdarmiðstøðina

 

 

Skeiðið lýkur ásetingarnar í STCW 95 A-VI/2-2.

 

Málbólkur: Manning til MOB/FRC umborð á skipum

 

Átekning: STCW 95 A-VI/2-2

 

Upptøkutreytir:

                        Galdandi heilsuváttan fyri sjófólk

                        Staðið Trygdarskeið fyri sjófólk

                        Staðið Bátaføraraskeið

 

Endamál:

                        At geva skeiðluttakarum førleika til at taka ræði á

                        skjóttsiglandi bjargingarbáti, undir og eftir útseting og

                        at handfara motor í skjóttsiglandi bjargingarbáti

 

Mál fyri skeiðið:

 

Luttakarnir fáa vitan um:

 

  • Konstruktión og útgerð í skjóttsiglandi bjargingarbátum og einstøku lutirnar í útgerð
  • Serlig eyðkenni og hentleikar í skjóttsiglandi bjargingarbátum
  • Trygdartiltøk meðan skjóttsiglandi bjargingarbátur verður settur út og tikin inn
  • Mannagongdir til at rætta upp kollsilgdan skjóttsiglandi bjargingarbát
  • Handfaring av skjóttsiglandi bjargingarbáti undir vanligum og óvanligum líkindum
  • Navigatiónsútgerð og trygdarútgerð í skjóttsiglandi bjargingarbátum
  • Leitimynstur og viðurskift í umhvørvinum sum kunnu ávirka leiting
  • Meting av tilbúgvingarstøðu hjá skjóttsiglandi bjargingarbátum og viðkomandi útgerð til nýtslu alt fyri eitt
  • Hættir at seta í gongd og handfara motor við tilhoyri í skjóttsiglandi bjargingarbáti

 

Tá skeiðið er ligugt skulu luttakarnir duga at:

 

  • Skipa trygga útseting og upptøku av skjóttsiglandi bjargingarbáti
  • Rætta upp kollsilgdan skjóttsiglandi bjargingarbát
  • Handfara skjóttsiglandi bjargingarbát í vanaligum líkindum
  • Svimja ílætin serútgerð
  • Brúka samskiftisútgerð og signalútgerð millum skjóttsiglandi bjargingarbát , tyrlu og skip
  • Brúka neyðútgerðina umborð
  • Taka upp neyðstaddan úr sjónum og flyta neyðstadda til bjargingartyrlu, skip ella trygt stað
  • Fremja í verki leitimynstur, við atliti til viðurskifti í umhvørvinum
  • Seta í gongd og handfara motor í skjóttsiglandi bjargingarbát

 

Skeiðslongd: 3 dagar

 

Kostnaður: 5.000 Kr Íroknað morgunmat, døgurað og kaffi

 

Gyldistíð: 5 ár

 

Skeiðstaður: Trygdarmiðstøðin Bøgøta 38 Klaksvík 

   

 

 

  

                                                                                 

                                                                                    

       

 

 

   

 

Melda til

Skeiðsynski (dato) 
Føðidagur 
Føðistaður 
Fornøvn 
Eftirnavn 
Bústaður 
Bygd/býur 
Telefon 
Teldupostur 
September 2010
Skjóttsiglandi Bjargingarbátur
8.-10. sep. kl. 8:15-16:15 
Sendistovan