Trygdarskeið STCW 95 A-VI/1-1, 1-3, 1-4

 

Sambært kunngerð nr. 20 frá 22 mai 2010 um sjóvinnubrøv og útbúgvingarkrøv til sjófólk, skulu øll sum mynstra á føroyskum skipum, hava staði góðkent trygdarskeið.

 

 

 

Málbólkur:
 
Átekning:
Øll sjófólk.
 
STCW 95 A-VI/1-1, 1-3, 1-4
 
Upptøkutreytir:
 
Galdandi Heilsuprógv fyri Sjófólk
 
Endamál:
 
Endamálið við trygdarskeiðnum er at kunna um nýtslu og viðlíkahald av bjargingarútgerð, og at kunna um persónliga trygd og persónligar skyldur, til tess at gera sjófólk betri før fyri at fyribyrgja at vanlukkur henda og at duga betur at bera seg at í neyðstøðum.
 
Mál fyri skeiðið:
 
Tá skeiðið er liðugt, skulu luttakarnir:
 
  • Kenna fráboðanarskipanir umborð
  • Kenna til nýtslu av mynstringarrullum
  • Hava kunnleika til gummibjargingarbátar og útgerð
  • Vita hvussu hydrostatiskir útloysarar virka og duga at seta teir í
 
  • Hava kunnleika til grundleggjandi fyrstuhjálp
 
 
Innihald:
Alarm, mynstring
Gummibjargingarbátur
Útgerð í gummibjargingarbáti
Persónlig trygd og trygdarútgerð
Praktiskar venjingar við gummibáti og bjargingarútgerð
Fyrstahjálp
 
Skeiðslongd:
Skeiðskostnaður:
3 dagar
4.500 Kr. Íroknað morgunmat, døgurað og kaffi
Gyldistíð:
5 ár 
Luttakaratal:
12 
Skeiðsstaður:
Trygdarmiðstøðin, Bøgøta 38, FO-700 Klaksvík 

 

Gjaldast skal á konto 6460-162.417.4

Tá ið skeiðið er goldið verður tilmeldingarváttan send út.

 

Skal arbeiðsgevarin gjalda fyri skeiðið, er tað arbeiðsgevarin sum skal melda luttakaran til.

 

 

   

Melda til

Skeiðsynski (dato) 
Føðidagur 
Føðistaður 
Fornøvn 
Eftirnavn 
Bústaður 
Bygd/býur 
Telefon 
Teldupostur 
 
September 2010
Trygdarskeið
13.-15. sep. kl. 8:15-16:15 
27.-29. sep. kl. 8:15-16:15 
30.-1. sep. kl. 8:15-16:15 
20.-22. sep. kl. 8:15-16:15 
Sendistovan