Søga

 

Trygdarmiðstøðin – er stovnur undir Fiskimálaráðnum ið hevur trygd á sjónum sum eitt av sínum málsøkjum.

Trygdarmiðstøðin varð stovna í 1999 sum sjálvstøðugur stovnur, til at geva sjómonnum skeið í trygd á sjónum smb løgtingslóg nr. 63 frá 3. juli 1998 um manning av skipum. Trygdarskeiðini ganga undir ásetingarnar í STCW 95 sáttmálanum, og eru í dag  viðurkend av IMO.

Tað fyrstu tíðina eftir stovnanina helt trygdarmiðstøðin til á Klaksvíkar Sjómansskúla. Síðan var hon eitt skifti á Tekniska Skúla, til hon í august 2001 flutti í hølini í Bøgøtu 38.

Útboði av skeiðum er økt munandi eins og tørvurin á grundskeiðum framvegis er ovurstórur.

Harafturat hevur Trygdarmiðstøðin gjørt onnur skeið.

 

Trygdarmiðstøðin er føroyskt tjóðarumboð í altjóða felagsskapinum hjá trygdarskúlum (IASST)

 

Sjóvinnuskúlarnir byrjaðu at undirvísa sínum næmingum í trygd á sjónum í 1980. Í 1990 var farið undir skipaða undirvísing í trygd á sjónum. Undirvíst varð sambært STCW 78. Hetta var á Klaksvíkar Sjómansskúla, har Frants Jacobsen, táverandi stjóri, var íbirtari. Í 1995 varð STCW sáttmálin dagførdur og í 1997 kom so løgtingslógin í gildi, sum setti krav um at øll sum mynstra á føroyskum skipum skulu hava verið á góðkendum trygdarskeiðið fyri sjófólk.

 

Trygdarmiðstøðin bleiv ISO góðkend 5 sep. 2008 

 

Hevur tú ynski um skeið, ið ikki standa í Skeiðsætlanini, ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum.

   

 


 

 

September 2010
Bátaføraraskeið
6.-7. sep. kl. 8:15-16:15 
Endurnýggjan av Trygdarskeið
27.-28. sep. kl. 8:15-16:15 
13.-14. sep. kl. 8:15-16:15 
Skjóttsiglandi Bjargingarbátur
8.-10. sep. kl. 8:15-16:15 
Hjartastoytaraskeið
23.-23. sep. kl. 15:0-18:0 
SLV - Skeið
Grundleggandi eldsløkking
Fyrstuhjálparskeið
22.-22. sep. kl. 9:0-16:0 

(L)

23.-23. sep. kl. 9:0-16:0 

(M)

Trygdarskeið
13.-15. sep. kl. 8:15-16:15 
27.-29. sep. kl. 8:15-16:15 
30.-1. sep. kl. 8:15-16:15 
20.-22. sep. kl. 8:15-16:15 
Sendistovan